Brek á tveimum motorum

Men er nú komin á Krambatanga

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað var brek á tveimum motorum umborð á Smyrli, ið var orsøkin til, at skipið ikki fekk lagt at á Krambatanga fyri løtu síðan. Tað upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni.

- Okkum mannagongd er tann, at Smyril kann ikki leggja at, um hann einans hevur tveir motorar. Tí mátti hann bíða eftir at gongd kom á ein triðja motor, áðrenn skipið kundi leggja at, sigur Hilmar Eliasen.

Enn er ikki greitt hvør orsøkin er til, at brek kom á tveir motorar samstundis, men verður tað í løtuni kannað. Hvørja ávirkan hetta hevur á ferðaætlanina restina av degnum er eisini óvist.

- Skipið fer ikki avstað aftur fyrr enn vit hava fingið staðfest orsøkina til feilin. Tí vita vit heldur ikki, um hetta fær ávirkan á ferðaætlanina í kvøld, sigur Hilmar Eliasen.   

Savnsmynd