Brennistøðin skal verða verandi í Tórshavnar Kommunu

Brennistøðin skal verða verandi í Tórshavnar kommunu. Tað er umráðandi tí, at brennistøðin er høvðusveitarin av fjarhita hjá nógvum húsarhaldum í kommununi.

Ein samanlegging av KOB og IRF leggur upp til, at Tórshavnar kommuna einans kann fáa ein stýrislim í felagnum - sum samstundis merkir, at kommunan kemur at missa ein stóran part av ræðisrættinum av, hvussu burturkast skal handfarast í kommununi.

Tað er sera umráðandi, at kommunan varðveitir ræðisrættin á hvussu burturkasti skal handfarast, og at brennistøðin verður verandi í Havn, tí tá verður tryggjað, at borgarinir í kommununi fáa bestu tænastuna.

##med2##

Tó kann kommunan innleiða eitt tættari samstarv við IRF, har eitt nú IRF kann sleppa at burturbeina í Havn. Eisini er tað avgerandi at varðveita størvini, sum brennistøðin førir við sær, tí tað dagliga starvast nógv dugnalig fólk innan hetta øki, og tí meti eg tað vera okkara skylda at verja hesi arbeiðsplássini - við at framhalandi hava okkara egnu brennistøð, har kommunan hevur fullan ræðisrætt staðsett í Tórshavnar kommunu.

X við Kára Johansen Listi C Javnaðarflokkurin