Bretar skoyta lítið um sínar politisku leiðarar

Nýggj hagtøl frá YouGov vísa, at Teresa May aldrin hevur verið verri dámd

Theresa May. Mynd: Ritzau Scanpix

Theresa May. Mynd: Ritzau Scanpix

Líkt er til at Konservativi flokkurin í Onglandi skjótt fær ein nýggjan leiðara, aftaná at Theresa May, forsætisráðharri og Konservati floksleiðari, hevur lovað at leggja frá sær í næstum.

Og sambært nýggjastu tølunum frá YouGov tykist, at bretar ikki fara at sakna hana. Hagtølini vísa nevniliga, at hon aldrin hevur verið minni í metum millum veljarar enn júst nú.

Sambært YouGov svara 70 prosent av spurdu bretum, at tey hava eina neiliga uppfatan av forsætisráðharranum, meðan 21 prosent siga at tey hava eina jaliga. Samlað merkir tað at hon liggur á -49 í yvirlitinum hjá YouGov.

Tað merkir tó ikki, at bretar eru klárir at venda teimum Konservativu bakið og fara til Arbeiðaraflokkin hjá Jeremy Corbyn, tí sambært YouGov fær Corbyn -50 í yvirlitinum og er sostatt uppaftur verri dámdur enn forsætisráðharrin.

Umframt teir báðar høvuðspersónarnir í bretskum politikki er tað einans ein floksleiðari aftrat, ið er so mikið kendur millum veljarar, at YouGov metir at hansara úrslit kann samanberast við May og Corbyn. Tað er Nigel Farage, fyrrverandi leiðarin fyri UKIP, ið nýliga bleiv formaður í nýstovnaða Brexit flokkinum. Í yvirlitinum hjá YouGov liggur hann á -39 og klárar seg, hóast eitt stórt minus, best av teimum trimum.

Theresa May. Mynd: Ritzau Scanpix