Bretland bannar samkomum yvir tveir persónar

Boris Johnson hevur í dag lagt fram lagt fram fleiri nýggj tiltøk, sum skulu nýtast í stríðnum ímóti koronavirus í Bretlandi.

Bretland bannar øllum samkomum við fleiri enn tveimum persónum, undantikið fólk sum búgva saman.

Tað sigur Boris Johnson, forsætisráðharri, sambært Reuters.

Harvið ger Bretland sum Týskland, sum setti líknandi tiltøk í verk í gjár.

Áður hava fólk funnist at Boris Johnson og konservativu stjórn hansara fyri at arbeiða ov seint í stríðnum ímoti koronavirus.

Men í kvøld hevur hann lagt fram eina røð av tiltøkum, herundir forboð ímóti at savnast.

Tiltøkini eru fyribils galdandi í tríggjar vikur. Tey kunnu linkast, um tey vísa seg at hjálpa. Eitt annað tiltak er, at útgonguforboð verður sett í gildi.

– Frá í kvøld má eg geva bretum eini ógvuliga einføld boð. Tit skulu vera heima, sigur Boris Johnson í sjónvarpsrøðu til fólkið.

##med2##

Tað merkir, at bretar bara mugu fara av húsum fyri at keypa inn, fara út at renna ella ferðast til og frá arbeiði. Fólk skulu so vítt gjørligt arbeiða heimanífrá.

– Um tit ikki fylgja boðunum, so hevur løgreglan vald til at handheva reglarnar, sum at geva bøtur og upploysa samkomur, sigur Boris Johnson.

/ritzau/

Boris Johnson á sjónvarpsskíggjanum. Í kvøld hevur hann lagt fram eina røð av tiltøkum, eitt nú savningarforboð. - Foto: Dylan Martinez/Reuters