Bretska tingið sent til hús seinni í kvøld

Bretska tingið verður sent til húsar seinni í kvøld, eftir at tað væntandi fer at atkvøða ímóti nývali 14. oktober.

Andstøðan í tinginum noktar at hava nýval, fyrr enn lóggáva er sett í verk, ið forðar fyri, at Stórabretland kann taka seg úr ES uttan avtalu - eitt sokallað No-deal Brexit.

Boris Johnson, forsætisráðharri, og stjórn hansara, hava funnist harðliga at nýggju lógini hjá andstøðuni, tí at eftir teirra tykki gevur lógin allar samráðingarfyrimunir til ES og ger í grundini samráðingarstøðuna hjá Stórabretlandi ómøguliga.

Boris Johnson hevur síðan hann gjørdist forsætisráðharri gjørt greitt, at hann ætlaði at taka Stórabretland úr ES 31. oktober, við ella uttan avtalu.

Men nýggja lóggávan, ið varð undirskrivað av drotningini í dag, krevur, at forsætisráðharrin verður noyddur at útseta Brexit til 31. januar í 2020 uttan so at Brexit avtala er fingin í lag, ella at tingið góðkennir eitt No-deal Brexit.

Samstundis arbeiðir andstøðan upp á at fáa fult innlit í skjølini til Operation Yellowhammer, ið er stjórnarfrágreiðing, ið hevur til endamáls at lýsa avleiðingarnar av einum No-deal Brexit.