Brexit útsett til næsta ár

Bretland fer ikki úr ES-samstarvinum hósdagin. Tað er endaliga staðfest, aftaná at ES-forsetin Donald Tusk í morgun boðaði frá, at Brexit er útsett til 31. januar 2020. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av, at ES-limalondini hava fundast í morgun um bretsku áheitanina at útseta Brexit inntil ein endalig skilnaðaravtala fyriliggur millum partarnar. Heitt var um at útseta Brexit í tríggjar mánaðir, og tað er júst tað, ið ES-londini eru vorðin samd um.

- EU27 eru samd um at góðtaka umbønina frá Bretland um at útseta Brexit til 31. januar 2020. Avgerðin verður væntandi formaliserað gjøgnum skrivaliga mannagongd, skrivar Donald Tusk á Twitter.

Sostatt er væl møguligt, at tað verður ein nýggj stjórn, ið skal avgreiða Brexit. Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson hevur nevniliga lagt uppskot fyri parlamentið at útskriva nýval 12. desember, men krevst ein undirtøka upp á tveir triðingar av tingmonnum fyri at uppskotið kann samtykkjast.

Málið kemur til viðgerðar í dag, men óvist er, um undirtøka er fyri tí, tá stóri andstøðuflokkurin Labour ikki stuðlar uppskotinum. Hinvegin hava andstøðuflokkarnir Liberal Democrats og Scottish National Party lagt eitt uppskot fram um val tann 9. desember, og har er einans neyðugt við einum lítlum meiriluta. Og tá stjórnin hevur boðað frá, at teir eru sinnaðir at hyggja at øðrum møguleikum fyri at fáa eitt nýval, er tað væl hugsandi, at tað uppskotið kann fáa neyðugu undirtøkuna.

Hetta er annars triðju ferð, at Brexit verður útsett. Upprunaliga skuldi Bretland fara úr ES 29. mars 2019, men bleiv tað fyrst útsett til 12. apríl og síðan 31. oktober, tá tað ikki eydnaðist stjórnini at fáa parlamentið at góðtaka nakra skilnaðaravtalu við ES.