Brexit uttan avtalu – ólukka fyri bilframleiðarar

Brestki bilaídnaðurin óttast no-deal. Brexit hevur gjørt stóran skaða, sigur leiðarin fyri bretska bilídnaðin

(Foto PHIL NOBLE/Ritzau Scanpix)

(Foto PHIL NOBLE/Ritzau Scanpix)

Um tað ikki eydnast at fáa eina veruliga avtalu við ES um bretsku útmeldingina úr ES, so eru tveir triðingar av bretska bilaútflutninginum í álvarsomum vanda.

 

Soleiðis ljóðar ávaringin frá felagnum fyri bilaframleiðarar í Bretlandi, Society of Motor Manufactures and Traders, SMMT.

 

– Bilaframleiðarar í Stórabretlandi heita allr á politikarar um at gera alt, teir kunnu, til tess at sleppa undan einum brexit uttan avtalu, skrivar SMMT í tíðindaskrivi.

 

Íløgurnar í bretska bilídnaðin minkaðu í fjør við 46 prosentum, og framleiðslan av bilum fall við 9,1 prosentum til 1,52 milliónir bilar.

 

Orsøkin er fyri ein stóran part óttin fyri brexit, sigur leiðarin í felagsskapinu, Mike Hawes.

 

Fleiri túsund arbeiðspláss eru í vanda.

 

Hann vísir á, at tað verður ein ólukka fyri bilaídnaðin, um Stórabretland endar við at fara úr ES tann 29. mars uttan eina skilsmissuavtalu.

 

– Við færri enn 60 døgum til vit fara úr ES, sær váðin fyri at vit bresta úr ES uttan avtalu alsamt meira sannlíkur. Bretski bilaítdnaðurin er í hæstu tilbúgving, staðfestir hann.

 

– Óvissan um brexit hevur longu gjørt stóran skaða á umsetningin, íløgurnar og arbeiðsplássini. Sjálvt um tølini akkurát nú síggja ljót út í bransjuni, so fara hesi tølini at blikna í mun til tað, sum fer at handa, um tað endar við no-deal, sigur Hawes.

 

Felagsskapurin skrvar í fráboðan, at 81,5 prosrent av øllum bilum framleiddir í 2018 vórðu útfluttir.

 

– Brexit uttan avtalu fer at merkja, at vit fáa ein tollmúr, sum fer at gera tað trupult hjá bretska bilaídnaðinum at kappast. Tað kann eggja japanskum bilverksmiðjum sum Nissan, Honda og Toyota til at flyta teirra verksmiðjur í Stórabretlandi til onnur ES-lond.

 

Theresa May, forsætisráðfrú, vann týsdagin eina atkvøðugreiðslu í Undirhúsinum um »alternativ uppskot« til ta skilsmissuavtalu við ES, sum hon fyrr hevur sagt ja til.

 

Men hóast trýst av andstøðuni vildi hon ikki siga, hvør alternativa loysnin er. Tað snýr seg um sonevnda bakstopparan, sum skal forða einum hørðum marki millum Írland og bretska Nroðurírland, tá partarnir skiljast.

 

Hósdagin segði konservativi uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, at stjórin í London um fáar dagar fer at orða eitt nýtt uppskot til ES-nevndina. ES sigur í sínum lag, at tey fara ikki at broyta ta avtalu, tey longu hava gjørt.

 

/ritzau/AP