Britta Nielsen fekk seks ár og seks mánaðir

Britta Nielsen var í dag dømd seks ár og seks mánaða fongsulsrevsing, umframt at hon skal gjalda pengarnar aftur, sum hon hevur svikað frá Socialstyrelsen.

Dómarin legði í rættinum dent á, at langa tíðarskeiðið, stóru upphæddirnar og álvarin í málinum gjørdu, at dómurin varð seks ár og seks mánaðir.

Ákærarnir kravdu átta ára fongsulsrevsing, sum er eitt ár meira, enn Stein Bagger fekk fyri 10 árum síðani.

Britta Nielsen var ákærd fyri at svika Socialstyrelsen fyri 117 milliónir krónur, og hon hevði játtað seg seka í stórum partum av ákæruni.

Britta Nielsen hevur í rættinum áður greitt frá, at svikið byrjaði, tá sjúka var í familjuni aftur í 90'unum, og familja hennara hevði fíggjarligar trupulleikar. Sum frá leið gjørdist hon bundin av at svika, og samanlagt er hon ákærd fyri at hava flutt góðar 117 milliónir krónur frá verkætlanum hjá Socialstyrelsen inn á egnar konti.

Undir rættarmálinum kom eisini undan kavi, hvussu lítið eftirlit var við útreiðslunum á Socialstyrelsen. Tað var millum annað tað, ið hevði gjørt, at Britta Nielsen megnaði at svika gjøgnum fleiri ár.

Britta Nielsen varð handtikin í Suðurafrika í november mánaði í 2018, men hon gjørdi sjálv av beinanvegin at lata seg útflýggja til Danmarkar, hóast tað varð greitt, at so skjótt hon kom til Danmarkar kundi hon skuldsetast fyri fleiri mál, enn hon var frammanundan.

Britta Nielsen var eisini dømd at gjalda sakarmálskostnaðin. Britta Nielsen valdi ikki at kæra dómin.