Brotsgerðin er fyrireikað longu á sumri í 2018

Norska løgreglan sigur við Aftenbladet, at tey hava upplýsingar, sum benda á, at brotsgerðin móti norsku ríkmanskonuni er fyrireikað nakrar mánaðir, áðrenn hon hvarv.

Í næstu viku verður eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv.

Í næstu viku verður eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv.

 

Sambært Aftenbladet heldur norska løgreglan seg hava upplýsingar, sum benda á, at brotsgerðin móti Anne-Elisabeth Hagen er fyrireikað longu tíðliga á sumri í 2018 - ella nakrar mánaðir, áðrenn konan hvarv úr bústaði sínum fyri skjótt einum ári síðan.

Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, sigur við blaðið, at løgreglan hevur funnið spor, sum benda á fyrireikingar til brotsgerðina. Hann sigur, at mest ítøkiligu sporini eru fyrireikingar, knýttar at kravinum um loysigjald á 9 miljónir evrur. 

Hetta krav skuldi sambært hóttanarbrævinum, sum lá í heiminum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, gangast á møti í tí, sum rópt verður kryptovaluta. Hetta eru flytingar, sum eru truplar - ella ómøguligar - at spora.

- Við okkara kanningum hava vit funnið tað, vit halda eru fyrireikingar til brotsgerðina, og her er talan um kryptovaluta-spor. Sjálvt um høvuðsástøðið hjá okkum er, at konan er dripin, kunnu vit ikki útiloka, at pengar kunnu hava verið partur av motivinum, sigur Tommy Brøske.

Kanningarleiðarin sigur við Aftenbladet, at løgreglan eisini er vitandi um onnur tekin, sum benda á, at talan hevur verið um tilrættalegging, og her vísir hann eitt nú til keyp av brævbjálva, brævpappíri, strips og skóm.

Í næstu viku er eitt ár liðið, síðan ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum. Maðurin hennara, miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis á skrivstovu síni henda morgun, tá konan hvarv.

##med2##

Í næstu viku verður eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv.

Hetta er bústaðurin í Lørenskog, og hetta er maðurin, miljarderurin, Tom Hagen.