Broytingar: Nýggjar loftmyndir av Vágs kommunu

 

Í 2019 vórðu nýggjar loftmyndir tiknar av Vágs kommunu, sum nú eru lagdar út á kortal.fo. Gomlu loftmyndirnar á kortal.fo vóru frá 2009.

Við tað at tað eru 10 ár ímillum nær loftmyndirnar eru tiknar, so ber eisini til at samanbera nakrar av myndunum frá 2009 við myndunum frá 2019, og á tann hátt fæst eisini ein hóming av hvat er broytt í kommununi hesi 10 árini.

Myndirnar frá 2009 hevur Vágs kommuna í savninum (myndirnar eru eisini tøkar her) og eru niðanfyri nøkur útklipp, har samanborið verður millum árini 2009 og 2019.

Hetta skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu, og in.fo loyvir sær at taka brot úr greinini og vísa nakrar myndir, har tað sæst, at okkurt er hent í tíðarskeiðnum, sum er millum myndirnar.

Verður hugt at loftmyndini frá 2009, so eru Smátturnar við Laksá ikki á myndini frá 2009, men eru har í 2019. Smátturnar vórðu tiknar í nýtslu í 2016. Somu viðurskifti eru galdandi fyri íbúðirnar við Kykslið, sum vórðu lidnar tíðliga í 2016, tá fyrstu fólkini eisini fluttu inn í íbúðirnar við Kykslið.

 

Parkin á Sandinum var heldur ikki komin ígongd í 2009, men fyrireikingarnar vóru tá gjørdar til ætlanina. Stór broyting er á Sandinum, sum er farin frá at verða gras- og mosalendið til at verða eina hugnaliga lund ella park, sum hon vanliga verður nevnd.

##med2##

##med3##

Á Oyrunum eru eisini stórar broytingar farnar fram seinastu 10 árini. Økið á Innaru Oyrunum var fyri 10 árum síðani merkt av at talan var í stóran mun um eitt ruskpláss, har alskyns rusk frá bilvrakum til oyðilagdar bingjur, óbrúkilig útgerð til alivinnuna os.fr. lá. Í 2009 var tó eisini virksemi innarliga á Oyrunum, har ein blandistøð var.

 

Í 2019 er økið alt ruddað, blandistøðin flutt, samstundis sum økið eisini er gjørt størri, og økið ber nú heilt annan dám. Páls Høll og Marghøllin eru bygdar á staðnum. Økið innast á Oyrunum er ruddað og víðkað, og ger Bakkafrost nú aliringar á økinum. Vegatkoman og gøtuljós oman á uttara part av Oyrunum er eisini nýgjørd.

 

Aðrar sjónligar broytingar á Oyrunum, útfrá loftmyndunum, er, at Vágsverkið er útbygt og tangagarðurin víðkaður. Goymsluøkið hjá kommununi er nú yvirtikið av Vágs Timburhandli, sum hevur útigoymslu á staðnum. Vágs Timburhandil hevur eisini víðkað um bygningin og gjørt nýggja útigoymslu eystanfyri verandi bygningar. Økið í vestara parti av Oyrunum er nú eisini betur skipað enn í 2009, og nýggjur atkomuvegur er gjørdur til kirkjugarðin.

##med4##

##med5##

 

Greinin kann lesast í fullari longd á vagur.fo.