Brúgvin um Fossá alment tikin í nýtslu

Í sambandi við at nýggja brúgvin um Fossá í Vestmanna tikin í nýtslu, skipar Vestmanna kommuna fyri almennum hátíðarhaldi á brúnni í dag klokkan 16.

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

Ymiskt er á skránni.

Pauli T. Petersen, borgarstjóri, ber fram røðu.

Snórurin verður kliptur.

Aftan á fara bilarnir hjá Vestmanna kommunu at koyra um brúnna.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at vónandi fara fleiri bilar at standa í røðini, ið vilja koyra um brúnna.

Mynd: Vestmanna kommuna