Brúkaraprísirnir eru øktir 1,1 prosent

Brúkaraprístalið seinasta árið er í miðal økt 1,1 prosent, ið er umleið sami árligi miðalvøksturin, sum hevur verið staðfestur seinastu trý árini

Brúkaraprístalið vísir miðal prísbroytingar fyri vørur og tænastur, ið eru partur av nýtsluni hjá føroyskum húsarhaldum.

Ein vøkstur í brúkaraprístalinum er eitt tað mest vanliga máti fyri inflatión, og skal ein samlað árlig prísbroyting gerast upp, verður miðal av brúkaraprístalinum fýra samanhangandi ársfjórðingar sett í mun til miðal frá somu ársfjórðingum árið undan, skrivar Hagstovan.

Í januar í ár vísti uppgerðin ein ársmiðal prísvøkstur á 1,3% í 2019 í mun til 2018. Árligi vøksturin er hesaferð 1,1%, nú prístalið fyri 1. ársfjórðing í ár er gjørt upp. Árligi prísvøksturin hevur seinastu 3 árini verið millum 1% og 1,5%.

Í mun til 1. ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,6%. Fyri vøru- og tænastubólkarnar er tó ymiskt, hvussu prísir broytast. Millum annað eru prísir á mati og drekkivørum í miðal øktir 2,7%, klædnavørum og fótbúnaði 3,2% og flutningi 2,5%. Prísir í bólkunum heilsa og samskifti eru hinvegin í miðal lækkaðir ávikavist 0,8% og 5,1%, skrivar Hagstovan.

##med2##

##med3##