Her eru øll seks málini

Sum upptakt til fótbóltsdystirnar í dag, kanst tú síggja øll seks málini millum KÍ og EB/Streym her

Heðin Klakstein skoraði til 3-1 fyri KÍ (Mynd: Álvur Haraldsen)

Heðin Klakstein skoraði til 3-1 fyri KÍ (Mynd: Álvur Haraldsen)

Fýra dystir í 24. leikumfari í Effodeildini verða spældir í dag. Í gjár fyrsti dysturin í hesum sama umfari á skránni, tá KÍ tók í móti EB/Streymi. Talan gjørdist um ein ógvuliga málríkan dyst, ið endaði 3-3.

 

Gert Hansen átti næstseinasta fótin á bóltinum í bæði fyrsta og seinasta málinum, sum skotið varð í Djúpumýru í Klaksvík í gjár. Tað fyrsta var ein ógvuliga vánalig afturlegging til René Tórgarð, har Páll A. Klettskarð var vakin, rann leysa bóltin upp og umsetti til 1-0 til KÍ. Hetta var í øðrum minutti.


Tað síðsta var í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, tá hann legði eitt frálíkt innlegg til Egil á Bø úr høgru, sum stútaði bóltin upp í hornið til 3-3.


Jóhan Thomsen hevur gjørt samandrátt av dystinum, sum síggjast á leinkjuni HER.