Brundar farnir út við GPS’ara

Mánadagin fór Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, út vit 20 brundum. Sum nakað nýtt høvdu allir GPS’arar um hálsin. Hetta er fyri at fylgja við, hvar teir eru, og fyri at finna teir aftur, tá ið teir skulu takast innaftur

– Eg havi valt at royna hetta. Vit hava ofta mist fleiri brundar, sum blíva burtur. Eg vóni, at hetta kann hjálpa, so at vit fáa teir aftur, sigur Jóhan Jógvansson.

Talan er um eina skipan, ið verður kallað Spora. Tað er Føroya Tele, ið veitir skipanina, og teir hava hana frá onkrum sponskum veitara. GPS’ararnir verða festir við reim um hálsin á brundunum. Fyri at spara battarí, senda teir bara triðja, sætta, ella 12 hvønn tíma, ella sum teir verða innstillaðir.

Á hendan hátt kann bóndin á skerminum síggja, hvar teir ymisku brundarnir eru, og hvagar teir flyta seg.

– Teir fyrstu brundarnir fóru út mánadagin. Eg havi longu fingið gagn av skipanini, tí eg sá, at tann eini var farin inn í ein grannahaga. Eg fór eftir honum. Knattstøðan var á leið. Eg hevði kikara við, og so var skjótt at finna brundin, og eg beindi hann aftur í rættan haga, sigur Jóhan Jógvansson.

##med2##

Vónar at fáa brundarnar aftur

Higartil er bóndin farin út við 20 brundum. Men 10 brundar skulu út afturat. Teir fara eftir ætlan út í dag. Teir skulu í Kvíggjarhamarshaga.

Bóndin hevur tríggjar stórar hagar, har tað ganga 700 áseyðir tilsamans. Hagarnir eru Kvíggjarhamarshagi, Dúvugarðahagi og Við Svartá fyri niðan.

– Hagarnir eru til støddar sum Fugloy, Svínoy og Hestur tilsamans, men teir eru eisini kargir. Tað er so stórt øki, at tað er ómøguligt at ganga runt allastaðni hjá mær. Seyðurin má passa seg sjálvan, sigur bóndin.

– Nú má eg royna, hvussu skipanin fer at rigga. Eg missi sambandið við fleiri av og á, og tað er eitt minus við skipanini. Tað er tí, at skipanini koyrir uppá fartelefonnetið, og tað er ikki allastaðni í høgunum, at tað er netsamband. Men eftir eina tíð, so eru teir aftur á skipanini, tá ið teir hava flutt seg til eitt annað stað, har netsamband er. Eg kann so fylgja eini slóð, hvar teir ganga, sigur bóndin.

– Tað verður áhugavert at síggja, hvussu tað fer at rigga við hesum GPS’arunum. Mítt endamál er at fáa allar brundarnar aftur. Okkurt árið havi eg mist upp í fimm brundar, sum eg ikki finni aftur. Vónandi hjálpir hetta, sigur Jóhan Jógvansson.


Prísurin er á pínumarkinum

Bóndin í Saksun er ikki tann fyrsti, ið fær sær tílíkar GPS’arar. Hann veit um nakrar aðrar bøndur, sum eisini hava.  

– Tað eru tvær ymiskar skipanir. Tað er eisini ein norsk skipan, ið verður kallað Telespor, sum MBM umboðar. Nakrir føroyingar nýta ta skipanina, sigur bóndin.

Skipanin, ið Saksunarbóndin hevur, kostar 450 krónur fyri eindina at leiga í tíðarskeiðinum, brundarnir eru úti.

– Prísurin er á pínumarkinum. Tað hevði verið ynskiligt eisini at sett tað á ærnar, men tað verður ov dýrt, sigur Jóhan Jógvansson, bóndi.