Brunnarnir á Rananum íbundnir

Nú er arbeiðið at binda í nýggju brunnarnar á Rananum liðugt, og nýggju brunnarnir verða nú tiknir í nýtslu, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni

 

 

Í september vórðu samlibrunnurin, vestari og eystari goymslubrunnurin settir upp.

Brunnarnir taka góðar 3000 rúmmetrar av vatni hvør. Núverandi tangar taka, til samanberingar, umleið 1200 rúmmetrar tilsaman, so hetta er ein risa-útbygging í vatngoymsluni hjá Tvøroyrar Kommunu.

Fyritøkan HTO úr Runavík stóð fyri uppsetingini og tríggir montørar frá Perstrup í Danmark hjálptu eisini til.

Síðani hevur verið arbeitt við at forbinda vatnrørini, og tað arbeiðið er nú liðugt. Við nýggju skipanini ber til at stýra, hvar vatn verður tikið frá til framleiðslu, skrivaði kommunan í september. Hetta skal forða fyri, at luftperlur gera vatnið hvítt, og harumframt fer tað vatnið, ið ikki verður nýtt, aftur í ánna, har tað kom frá. Ikki sum nú, har alt yvirskotið fer í Svalbardsá.

##med2##

Í og úr goymsluni verður møguligt at fylgja við, hvussu stór nýtslan er, og alarmskipan fer at siga frá, um okkurt er áfatt.

Nú eru goymslurnar so stórar, at tað ber væl til til dømis at steðga framleiðsluni um herviligt áarføri er, so minni av mislittum vatni kemur í brunnarnar.

Við tíðini er ætlanin, at vatnið úr Trongisvági skal røkka líka út til Froðbiar, har núverandi reinsiverk hevur trupulleikar við litinum, serliga um heystið, tí áin har úti verður meira tilgrógvin um summarið. Harvið fær vatnið ein døkkari lit.

Leygardagin skrivaði Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu soleiðis:

– Goymslan í brunninum er 20% og á veg uppeftir. Í gjárkvøldið og í nátt varð goymslan fylt aftur, og síðan verður byrjað at koyra í nýggju brunnarnar.

##med3##

Myndirnar eru tiknar í september.