Vøkstur var innan flestu vinnur, tó stavaði meira enn helmingurin av vøkstrinum frá fiskiveiðu, fiskaaling og virking av fiskavørum, sum í mestan mun framleiða vørur til útlendskar marknaðir.
Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og við at leggja meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir afturat hesum.
Meira enn helmingurin av vøkstrinum í virðisøkingini í 2019 stavar frá tilfeingisvinnum og virking av vørum úr hesum vinnum. Fyri hesar vinnur var virðisøkingin í 2019 tilsamans 5,1 mia. kr., sum er umleið 28% av samlaðu virðisøkingini. Sæð í mun til 2018 var talan um vøkstur á 799 mió. kr. Fyri hesar vinnur var tó 2018 eitt serligt ár, tá virðisøkingin var nærum hálva milliard minni í mun til 2017. Ein høvuðsorsøkin til minkingina í 2018 var ein samanseting av lægri prísi og nøgdum av útfluttum laksi, umframt øktar útreiðslur í samband við støðugt vaksandi lúsatrupulleikan í 2017 og 2018.