Jóhan og Tummas stinnastir

Av íalt umleið 150 luttakarum gjørdust tað Jóhan Sólheyg og Tummas Lervig, sum vunnu SkipalistaKvissina.

Av íalt umleið 150 luttakarum gjørdust tað Jóhan Sólheyg og Tummas Lervig, sum vunnu SkipalistaKvissina, har spurningarnir snúðu seg um fiskivinnu.

 

Taðveit Norðlýsið at siga frá á teirra heimasíðu.

 

Í finalu umfarið komu Jóhan Sólheyg, Andor Isaksen, Børge Hvidbro og Karmald Djurhuus. Og til finaluna skuldu teir velja sær ein makkara.

 

Í sjálva finaluna komu Andor Isaksen og Kári Poulsen, sum møttu Jóhan Sólheyg og Tummas Lervig. Spennandi finaluna vunnu Jóhan og Tummas.

 

Vinnararnir fingu flogferðir, steyp, heiðursmerkir og skipalistan.