Búi og Dánjal vunnu Geytavirðislønina 2020

Tað var filmurin »Hví eru vit her?« hjá Búa Dam og Dánjal á Neystabø, sum vann Geytavirðislønina á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í kvøld.

20 filmar komu inn til kappingina, og átta teirra vunnu seg fram til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum í kvøld, har avgerðin skuldi fella um, hvør teirra fór við heiðrinum Ársins Geytavinnari og áskoðaravirðislønini.

Nevndin segði seg vera samda um filmin, sum fær fyrsta plássið. Í grundgevingunu,m segði nevndin m. a. soleiðis:

»Umframt tey bæði mátini, søga og tøkniligt avrik, er eitt triðja mát hjá dómsnevndini, hvussu filmiskt frásøgusnildni er nýtt. Heilt frá byrjan síggja vit eina filmiska referansu til kanska kendasta filmin á okkara leiðum, ”Sjeynda siglið”, hjá Bergmann.

##med2##

Filmurin har telvarin dystast við deyðan. Umframt hesa referansu spælir filmurin sær eisini stevfast við slapstick-sjangruna. Eingin í dómsnevndini kann seta ein fingur á nakað í hesum floygda og fullbúna filmi, sum greiður og avsluttaður kemur inn á fyrstaplássið. Hóast partur av størri heild, loysir vinnarafilmurin til fulnar ta gátu, hann í útgangspunktinum setur sær fyri at loysa: Tað er spurningurin um tað, sum klokkan mátar, tíðina, og hvar tey sum fara, fara.

##med3##

Og hvat hendir, tá tann sum fer, ikki hevur rætta kuffertið við sær og tí kemur aftur at avgreiða viðurskiftini við barnið í søguni, sum eisini er ein vaksin, og tá fær rætta kuffertið og tí kann fara at fara.

##med4##

Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksitentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin«, sigur Geytadómsnevndin, sum er um, at geytavinnarin í 2020 er 22 minuttir langi eksistentielli filmurin til børn í øllum aldri ”Hvi eru vit her” við Búa Dam og Dánjali á Neystabø.