Búnaðargrunnurin spælir hund við bóndum

– Eg eri troyttur av Búnaðargrunninum, teir spæla hund við bóndum. Teir játta lán, men koma kortini ikki við pengunum, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM, sum hevur umleið 6 milliónir krónur útistandandi, tí at Búnaðargrunnurin ikki vil flyta teimum pengarnar

Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM (Mynd: Álvur Haraldsen)

Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM (Mynd: Álvur Haraldsen)

MBM hevur hjálpt teimum trimum bóndunum á Viðareiði við at veita teimum nýmótans mjólkimaskinu og aðra útgerð til nýggja stórfjósið á Viðareiði. MBM skal lata ymiska útgerð afturat, men nú hava teir sagt stopp.

– Trupulleikin er als ikki hjá bóndunum á Viðareiði. Vit hava váttan frá Búnaðargrunninum, at teir fíggja fjósið. Men nú vilja teir ikki gjalda. Vit kunnu ikki halda á at lata útgerð og annað, um vit ikki fáa pengarnar inn fyri tað. Vit havar rokningar útistandandi heilt aftur til 2. oktober í fjør. 3,7 milliónir krónur eru langt síðani falnar til gjaldingar, og síðani eru aðrar rokningar komnar afturat, so at tað næstan eru 6 milliónir krónur tilsamans, ið vit hava útistandandi, sigur Hákun Steingrímsson.

Stjórin í MBM vísir á, at Búnaðargrunnurin als ikki livir upp til sítt endamál. 

– Grunnurin var stovnaður í 2004 við tí endamáli at hjálpa undir at styrkja føroysku mjólkaframleiðsluna. Men tíverri hevur grunnurin als ikki livað upp til endamálið. Hann hevur ofta lagt seg tvøran og spælir hund við bóndum, sigur Hákun Steingrímsson.

Lesið allar greinina í Sosialinum, ið er komin út í dag.

Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM (Mynd: Álvur Haraldsen)