Burðardygd – úr vøggu í grøv

- Vit hugsa burðardygd í lívinum eins væl og í deyðanum – við umhugsni fyri menniskjum og umhvørvinum.

 

- Bambus-kistan er sera vøkur og fagurlistarlig, heldur Lív Clementsen.

- Bambus-kistan er sera vøkur og fagurlistarlig, heldur Lív Clementsen.

 

Lív Clementsen, sum eigur og rekur biðimansfyritøkuna Sólsetur, ið veitir tænastur í samband við jarðarferðir og ervi, veitir eisini ymisk sløg av kistum.

Fyrr í kvøld var grein á In.fo, har Herman Eysturoy, sum rekur biðimansfyritøkuna Gravarhjálp, heldur, at vit eisini mugu hugsa burðardygt, tá ræður um alt tað pláss, sum fer til kirkjugarðar.

Veitari og framleiðari av kistunum, sum Sólsetur umboðar, er danska fyritøkan Fuglebjerg Kistefabrik A/S. Fyritøkan hevur bæði kistur og krukkur til urnur av ymiskum sløgum og úr ymiskum tilfari og litum, men eisini, tá ræður um seinastu ferðina, hugsar danski framleiðarin burðardygt.

- Vit hugsa burðardygd í lívinum eins væl og í deyðanum – við umhugsni fyri menniskjum og umhvørvinum, sigur danski framleiðarin, sum leggur dent á, at fyritøkan alla tíðina roynir at gera sítt besta – umhvørvinum at gagni.

Lív Clementsen hjá Sólsetur vísir á, at ein av nýggjastu kistunum í konseptinum hjá Fuglebjerg Kistefabrik, og sum hon nú eisini umboðar, er ein kista bygd úr bambus. - Bambus-plantan veksur skjótast av øllum plantum í heiminum, samstundis sum hon upptekur mest Co2-útlát, meðan plantan stendur í vøkstri.

Hon sigur, at Fuglebjergs Kistefabrik nú eisini er vorðin samstarvspartur við felagsskapin, Plant et Træ, har eingin minni enn danski krúnprinsurin er verji. Síðan 1988 hevur felagsskapurin plantað 1,5 miljónir trø í Danmark. Fuglebjerg Kistefabrik hevur eisini fingið skjal frá STARK, ið er veitari av byggitilfari, sum hevur minst møgulig árin á umhvørvi.

Lív Clementsen veit at siga, at sølan av bambus-kistuni rættiliga hevur tikið dik á seg í Danmark, síðan hon kom á marknaðin seinasta heyst. - Henda kistan, ið er dýrari enn vanligu kisturnar, sum vit hava, er sera vøkur og fagurlistarlig. Meðan flestu kistur, sum verða seldar, eru hvítar, hevur bambus-kistan sín náttúrliga og vakra lit.

- Vit hava fingið at vita frá Fuglebjerg Kistefabrik, at sølan av hesum kistum hevur vundið so nógv upp á seg, síðan hon kom á marknaðin, at tey nú í miðal selja eina bambus-kistu um dagin, sigur Lív Clementsen, sum vísir á, at bambus-kistan er sett saman á ein slíkan hátt, at alt tilfarið í henni er umhvørvisvinarligt og verður lutfalsliga skjótt niðurbrotið í jørðini.

- Eisini tilfarið, sum liggur í botninum á hesi kistu, upploysist, leggur hon aftrat.

##med2##

Í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús mikudagin, var serblaðið við heitinum - Seinasta heilsan.

- Bambus-kistan er sera vøkur og fagurlistarlig, heldur Lív Clementsen.

Lív Clementsen, sum eigur og rekur biðimansfyritøkuna Sólsetur.