Annika heim aftur í Fólkaflokkin

Á tíðindafundi um eina løtu fer Annika Olsen at boða frá, at hon aftur gerst limur í Fólkaflokkinum

Helst var trýstið ov hart, tá ið Annika Olsen, tingkvinna, eftir løgtingsvalið tók seg úr Fólkaflokkinum.

 

Hon meldaði seg inn í Framsókn, men eftir fáum døgum bakkaði hon útaftur.

 

Nú sær út til, at hon aftur fer inn í Fólkaflokkin. Tað hevur ljóðað eina tíð, at so fór at vera og klokkan 11 hevur flokkurin fund, har hetta eftir øllum at døma verður fráboðað.