Ársins bestu lýsingar

Felagið Føroysk Marknaðarfólk kunngera í seinastu útgávu av fakblaðnum M tilnevningarnar til ársins bestu marknaðarføring. Vinnararnir verða kunngjørdir á árligu jólaveitsluni hjá felagnum í januar.

 

Tey tilnevndu í ársins marknaðartiltak eru:
Jólakalendarin hjá Føroya Bjór

FK-kortið hjá Føroya Keypssamtøku

At seta góðan mat í miðdepilin hjá Fólkaheilsuráðnum og Miklagarði

Allir vegir føra til Kongabrúnna hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og

Sólarbjór hjá Føroya Bjór.

 

Tey tilnevndu í Ársins sosiala lýsing eru:

Mannfólkatúrur til Barcelona hjá Atlantic Airways

Klintritúrur upp á Trøllkonufingur hjá Vodafone

Intagram #Tryggleiki hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

Ferðandi nummar 3 millión hjá Atlantic Airways

Okkara G! hjá G! Festivalinum og Okkara

Summir menn koma ov tíðliga hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagnum Føroyar og

Hví skal eg spara upp til egna eftirløn hjá Eik Banka

 

Tey tilnevndu í Ársins dynamiska lýsing eru:

Tað sjúkrasta nakrantíð hjá VER

Tann dagin, eg hevði skund hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Tað snýr seg um teg hjá Eik Banka

4G netið hjá Vodafone

Ung í Eik hjá Eik Banka og

Frítíðin byrjar umborð hjá Smyril Line

 

Tey tilnevndu í Ársins statiska lýsing eru:

Ferðsla er ikki eitt spæl hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Ein kvinna hevur tørvir, sum bert ein handverkari kann nøkta hjá Havnar Træsmiðju

Starvslýsingin hjá Demokratia

Orkulán hjá Eik Banka

FK-kortið hjá Føroya Keypssamtøku

Óhapstrygd hjá Trygd og

Mannfólkatúrur hjá Atlantic Airways.