Bústaðarpakkin á tingborð í næstu viku

– Eg vænti, at tveir tingfundur vera í næstu viku, og at ársins fyrsti fundur verður týsdagin.

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Eitt mál, sum verður til fyrstu viðgerð týsdagin, verður bústaðarpakkin hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu.

Meira um bústaðarpakkan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.

Annað mál, sum bíðar eftir at verða avgreitt, er málið um afturbering av mvg fyri el-bilar og hitapumpur. Ætlanin var, at hetta skuldi avgreiðast fyri jól, men fíggjarnevndin helt seg ikki hava stundir til tess, tí málið var ikki so einfalt, sum tað hevði verið.

Landsstýrismaðurin hevur skotið upp at víðka lógina til eisini at fevna um hybridbilar og plug-in hybridbilar, eins og aðrar broytingar um avgjald fyri leigubilar og brúktar innfluttar bilar eisini varð tikið við í lógaruppskotið.

Óvist er, hvørja støðu fíggjarnevndin hevur til hetta. Men sambært Magnusi Rasmussen, fíggjarnevndarformanni, so er helst undirtøka fyri í øllum førum at halda fram við mvg afturbering fyri el-bilar og hitapumpur, soleiðis sum tað hevur verið seinastu árini.