Bústaðir skal byggja barnaheim fyri landsstýrið

Løgtingið skal ikki gjalda fyri eitt nýtt barnaheim í Havn. Tí ta uppgávuna fer landsstýrið at geva almenna bústaðafelagnum »Bústaðir«.

Hesum boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðuni.

Tað var annars, tá Eyðgunn Samuelsen var landsstýriskvinna í almannamálum í seinasta landsstýrið, at uppskot varð lagt fyri tingið um at byggja nýtt barnaheim.

Sambært upprunaliga uppskotinum skuldi Barnaheimið kosta 65 milliónir krónur at byggja.

Í uppskotinum til verklagslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn varð mett, at projektering og bygging fór at kosta 65 milliónir krónur. Tá skipanaruppskotið varð liðugt á vári 2019 varð samlaða metingin av byggikostnaðinum komin upp á 136 mió. kr. Málið fall burtur, tá tað ikki kom aftur úr nevnd.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum nú er landsstýriskvinna í almannamálum, boðaði á heysti í fjør frá, at verkætlanin at byggja nýtt barnaheim ikki fór at verða framd á hesum sinni.

Men nú er ætlanin at taka málið um nýtt barnaheim framaftur. Men tað verður ikki landsstýrið og løgtingið, sum fara at byggja – men almenna bústaðafelagið Bústaðir.

Hesum boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðuni.

Hann greiddi frá, at Bústaðir framhaldandi skulu hava ein týðandi leiklut í íbúðarbygging.

– Eftir ætlan fáa Bústaðir heimild at læna 400 milliónir kr. til at seta gongd á nýggja bygging. Helvtin – 200 milliónir krónur – skal brúkast til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, nýtt barnaheim, lestrarbústaðir og vardar bústaðir – herundir búfelagsskapir og sambýli.

– Hin helvtin verður brúkt til at byggja vanligar leigubústaðir. Av hesum verða 100 milliónir kr. settar av til vanligar bústaðir í teimum økjum í landinum, har grundarlag ikki er fyri kapping, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni.