Asbestos fær nýtt navn einaferð í 2020. Í fleiri ár hevur kjak verið um navnið, men nú er so politiska avgerðin tikin.

Býarnavnið Asbestos ræðir fólk

Gamalt er, at navnið spillir ongan, men soleiðis er ikki við býnum, Asbestos. Tað eru tey, sum koyra langar umvegir fyri at umgangast námsbýin.

 

 

Asbestos fær nýtt navn einaferð í 2020. Í fleiri ár hevur kjak verið um navnið, men nú er so politiska avgerðin tikin.

 

Navnið á kanadiska námsbýnum - Asbestos - er umstrítt og elvir til nógv kjak. Tað eru politikarar í býnum, sum halda, at navnið bara skapar trupulleikar. Býurin er stemplaður sum hin vandamiklasti í Kanada. Men, teir stívliga 7000 íbúgvarnir í býnum eru ikki samdir um, at navnið skal broytast, tí teir halda, at hetta er at niðurgera identitetin hjá námsbýnum.

Asbestos, sum upp gjøgnum tíðirnar hevur verið kendur fyri sín asbestmálm,  liggur einar 150 kilometrar eystan fyri Montreal. Síðan tað gjørdist greitt, at asbest kann vera heilsuskaðiligt og kann elva til krabbamein, eru tað fá, sum tíma at vitja býin, og áhugin fyri at gera íløgur í býnum er lítil.

Gamalt er at siga, at navnið spillir ongan, men soleiðis er ikki við býnum, Asbestos. Býurin hevur næstan eingi ferðafólk, og tað eru tey, sum koyra langar umvegir fyri at umgangast býin. - Navnið gevur okkum bara trupulleikar, sigur eitt alment starvsfólk í býnum við kanadisku tíðindastovuna, CBC.

Eftir nýggjár byrjar ein kapping um, hvat nýggja navnið á býnum skal verða, og tað verða íbúgvarnir í býnum, sum skulu velja navnið. - Tað er ein rættiliga negativur hugburður um asbest, sigur borgarstjórin í Asbestos, Hugues Grimard, við CBC. Hann leggur aftrat, at býurin eisini hevur mist arbeiðspláss orsakað av navninum.

Námsbýurin hevur annars eina stolta søgu og identitet, men síðan tað kom fram, at asbest kann vera heilsuskaðiligt, hevur navnið sum nevnt verið ein trupulleiki. Tí fær Asbestos nýtt navn einaferð í 2020. Í fleiri ár hevur kjak verið um hetta í býnum, men nú er so politiska avgerðin tikin.

##med2##

Asbestos fær nýtt navn einaferð í 2020. Í fleiri ár hevur kjak verið um navnið, men nú er so politiska avgerðin tikin.

Á kortinum sæst, hvar býurin - Asbestos - liggur, einar 150 kilometrar eystan fyri Montreal.