Á myndini síggjast eitt nú Alda Egilstrøð Magnussen og borgarstjórin, Jógvan í Skorini, sum bæði hava stóran leiklut í Heystfagnaðinum á Eiði.

Bygdafólkið stuðlar væl

- Tá brúk er fyri fólki, møta tey ótrúliga væl, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, nú Heystfagnaðurin á Eiði er skotin í gongd.

 

Á myndini síggjast eitt nú Alda Egilstrøð Magnussen og borgarstjórin, Jógvan í Skorini, sum bæði hava stóran leiklut í Heystfagnaðinum á Eiði.

 

Tað krevur nógva orku og tíð at skipa fyri einum so stórum tiltaki, sum Heystfagnaðurin á Eiði er, men tá tørvur er á fólki, eru nógv, sum vilja rætta eina hjálpandi hond.

Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, sum sjálvur er røktingarmaður og dámar væl at fáast við seyð og fletting, heldur, at Heystfagnaðurin er eitt fantastiskt tiltak. - Tiltakið hevur fingið dygga undirtøku undanfarin ár, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður eisini hesaferð, sigur hann.

Jógvan í Skorini vísir á, at Heystfagnaðurin er eitt bygdasligt heystgildi á Eiði, sum hann tekur til. - Hetta er eitt tiltak, sum tekur støði í føroyskari seyðamentan – fjallgongu, fletting og seyðapráti.

Borgarstjórin vísir á, at bryggjan á Eiði í mong ár hevur verið karmur um ein part av bygdalívinum, og nú Heystfagnaður aftur verður í bygdinu, verður ljós aftur í neystunum oman móti bryggjuni. - Hetta eru dagar á Eiði, har seyðurin og alt, sum hevur við seyð at gera og sum fæst burtur úr seyði, verður í miðdeplinum.

Jógvan í Skorini sigur, at tað er ólønt og sjálvboðið arbeiði at fáa Heystfagnaðin upp at standa, men tað er ikki óhugsandi, at nøkur av teimum, sum taka tyngstu tøkini, kanska fáa eina lítla gávu sum samsýning.

- Vit skuldu hava einar 12 bátar úr ymisku neystunum, sum skulu brúkast, meðan Heystfagnaðurin er, og tað var skjótt, at einir 10 mans stóðu klárir á bryggjuni at taka eina hond í.

Borgarstjórin sigur, at fyri at einki skal koma upp á bátarnar, meðan teir eru úr neystunum, eru teir settir inn í eina smiðju, til Heystfagnaðurin er liðugur.

- Hetta eru fyri tað mesta eldri bátar, og fornminnisfelagið í kommununi eigur eisini onkrar av bátunum, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, sum gleður seg til Heystfagnaðin seinni í hesi vikuni.

Á myndini síggjast eitt nú Alda Egilstrøð Magnussen og borgarstjórin, Jógvan í Skorini, sum bæði hava stóran leiklut í Heystfagnaðinum á Eiði.