Bygdaleiðir koyra ikki sunnudagin

Orsaka av vánaligum veðri er øll koyring – uttan í Suðuroy – avlýst

Tað eru vánalig koyrilíkindi, og nú boðar Strandferðslan frá, at øll koyring sunnudagin er avlýst. Undantakið er í Suðuroy, har leið 700 og 701 fara at koyra.

Á ssl.fo verður sagt, at eingin sigling verður úr Hvannasundi og til Svínoyar og Fugloyar sunnudagin, og at eingin sigling verður til Nólsoyar fyrrapartin og seinnapartin. Fyrsti túrur hjá Ternuni verður av Havnini sunnukvøldið klokkan 19.00.

Roknast kann við at tað vera seinkingar á øðrum leiðum orsaka av vánaliga veðrinum.

Landsverk sigur, at Oyggjarvegurin er stongdur, og at koyrilíkindini nógvastaðni eru vánalig. Nógvur kavi er niðurkomin, tað er vindur, og tað rýkur.

Sambært DMI verður tað høgætt sunnudagin. Hann verður landnyrðingur, vindferðin verður millum 13 og 18 metrar um sekundið í høvuðsstaðnum, hitin verður millum tvey og fýra stig, og serliga norðanfyri verður tað nógv avfall.