Bygdaleiðir – nú er nóg mikið tosað

Brot úr brævi til Strandferðsluna og Fíggjarmálaráðið:
Okkara borgarar hava glett seg almikið til Eysturoyartunnilin – og kanska serliga tey, sum dagliga hava sín starvsdag í Tórshavn. Eins fegin vit onnur annars eru fyri tunnilin, eins vónbrotin eru tey, sum mugu brúka Bygdaleiðir dagliga til at koma til og frá arbeiði og skúla.

Í drúgvum telefonsamskifti við SSL síðan fyri jól hevur Nes kommunu aftur og aftur greitt frá, hvør trupulleikin er. Í stuttum kann sigast, at tíðirnar als ikki eru hóskandi, eins og gjørt er vart við kostnaðin, sum er alt ov høgur fyri persónar, sum mugu nýta bussleiðina.

Nes kommuna er tí takksom fyri fund við umboð fyri SSL í Tórshavn tann 26. januar. Her fingu vit enn einaferð høvi at leggja fram okkara sjónarmið og í einum virðiligum samskifti tosa um møguleikar og alneyðugan tørv hjá borgarunum í Nes kommunu.

Okkara borgarar, sum starvast og ganga í skúla ymsastaðni í Havn, mugu hava møguleika at gera nýtslu av bussleiðini og Eysturoyartunnlinum og vera frammi til ásetta tíð. Eins umráðandi er tað, at hesi fólkini sleppa heim aftur beinanvegin eftir loknan arbeiðsdag.
Harnæst vilja vit enn einaferð minna á, at vit ynskja at koma í nærri samrøðu um møguleikar at fáa bussarnar at koyra út á Nes. Vit halda, at borgarar á Nesi hava rætt til hesa tænastu.
Vísandi til tað, sum annars varð sagt á fundinum 26. januar, vilja vit staðiliga minna á, at Nes kommuna tekur tað sum givið, at fráferðir av Toftum hóska til bussarnar, sum annars steðga á Skipaneskrossinum.

Nú er nóg mikið tosað – nú vilja vit síggja loysnir!

Blíðar heilsanir,

Nes kommuna
Súni í Hjøllum, borgarstjóri