Byggivinnan: Samskifta á enskum

Í føroysku byggi- og handverkaravinnuni er tað ikki longur óvanligt, at stórur partur av dagliga samskiftinum fer fram á enskum.

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni í dag, har tey vísa á, at í norðurlendsku grannalondum okkara er tað heldur ikki óvanligt at samskifta á enskum við avgreiðslufólkini við handilsdiskarnar.

– Og nú er hetta eisini við at gerast veruleiki her hjá okkum, skrivar Vinnuhúsið.

Stóri tørvurin á arbeiðsmegi hevur við sær, at føroyskir handlar eru farnir at seta útlendska arbeiðsmegi við handilsdiskarnar.

– Enn eru tað ikki nógvir handlar, ið hava brúkt henda møguleika, men tað fer allarhelst at gerast meira vanligt at samskifa á enskum við fólkini handan føroysku handilsdiskarnar í nærmastu framtíð. Vit skulu tí venja okkum við at hoyra “Have a nice day” ístaðin fyri “Hav ein góðan dag” frá fólkunum handan føroysku handilsdiskarnar í framtíðini, skrivar Vinnuhúsið.