Sambært verkætlanini verður drívmegin ein "orkusparandi hybrid-skipan við battaríum". Mynd: Marin Teknikk.

Byggja heimsins størsta línubát

Austevoll-reiðaríið Østerfjord AS í Noregi skal byggja ein kombineraðan línu-og snurriváðsbát.

 

Sambært verkætlanini verður drívmegin ein "orkusparandi hybrid-skipan við battaríum". Mynd: Marin Teknikk.

 

Skipið skal byggjast á Tersan Shipyard í Turkalandi. Tað verður 67 metrar langt og 14 metrar breitt. Í tíðindaskrivi sigur Marin Teknikk, at skipið soleiðis verður hitt størsta av sínum slagi í heiminum.

Nýggja skipið hjá Østerfjord AS, sum í fyrsta lagi skal fiska tosk og hýsu, verður sambært www.sysla.no latið eigarunum í juni mánaði í 2021, men reiðaríið vil einki siga um, hvussu stór verkætlanin er í peningi. 

Sambært verkætlanini verður drívmegin ein "orkusparandi hybrid-skipan við battaríum", og her verður nógv gjørt fyri, at skipið skal brúka minst møguliga brenniolju, eins og málið er so lítið útlát sum gjørligt.

Skipið verður innrættað til 23 sjófólk, og á verksmiðjuni verður alt gjørt fyri, at fiskavørurnar verða so góðar sum yvirhøvur tilber - ikki minst við tí fyri eyga at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum.

Sjálvt um nýggi kombineraði línu-og snurriváðsbáturin skal byggjast í Turkalandi, verða sambært www.sysla.no, sum endurgevur Marin Teknikk, fleiri norskir veitarar við í samlaðu verkætlanini.

 

 

Sambært verkætlanini verður drívmegin ein "orkusparandi hybrid-skipan við battaríum". Mynd: Marin Teknikk.