Hetta er Lambanes, sum er 15,5 metrar long. Nýggjasta tvívkiljan, sum verður latin í januar, er 18 metrar long.

Byggja nú størstu tvíkilju nakrantíð

- Um menningin í alivinnuni heldur fram sum higartil, er hugsandi, at vit koma at byggja fleiri størri alibátar, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri.

 

Hetta er Lambanes, sum er 15,5 metrar long. Nýggjasta tvívkiljan, sum verður latin í januar, er 18 metrar long.

 

KJ byggir í løtuni størstu tvíkilju – ella størsta alibát – sum felagið nakrantíð hevur havt sáttmála um at byggja. Hetta verður nýbygningur nummar 54 hjá fyritøkuni, sum hevur sítt høvuðssæti á Kambsdali. Samstundis verður hetta annar alibáturin í røðini, sum KJ letur Bakkafrosti í heyst og í vetur.

Tað var týsdagin hin 5. november í ár, at Bakkafrost fekk tvíkiljuna Lambanes, sum var nýbygningur nummar 53 hjá KJ. Lambanes, sum er 15,5 metrar long og sjey metrar breið, er heimahoyrandi í Lamba. Lambanes hevur tveir høvuðsmotorar á 420 HK hvør, og hon hevur eisini ein 115 KWA ljósmotor.

Men, KJ hevur ikki bara bygt alibátar til føroyska marknaðin í ár. Í endanum av september í ár varð alibáturin og tvíkiljan við navninum – Courageous – sum var nýbygningur nummar 52, latin Grieg Seafood í Skotlandi, og hetta er onnur tvíkiljan, sum KJ byggir fyri Grieg Seafood. Courageous er 16 metrar long og átta metrar breið. Hon hevur tveir høvuðsmotorar á 410 HK hvør og ein 115 KVA ljósmotor. 

Tá KJ nú er í holt við enn ein nýbygning, sum eisini hesaferð er til Bakkafrost, er hetta samstundis størsta tvíkiljan, sum fyritøkan nakrantíð hevur havt sáttmála um at byggja. Hesin alibáturin verður latin Bakkafrost í januar komandi ár, og verður heilar 18 metrar langur og átta metrar breiður. Størstu alibátarnir, sum KJ frammanundan hevur bygt, eru 16 metrar langir og átta metrar breiðir, og hesir eru báðir bygdir til Skotlands.

Stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen, sigur, at nýggjasta tvíkiljan, sum liggur við bryggju í Fuglafirði, er ov stór til at taka inn í byggihøllina á Kambsdali, og hon er eisini ov tung til vegirnar í Fuglafirði, haðani vanligt er, at tvíkiljurnar verða koyrdar á vogni.

- Í hesum førinum er sandblásing og mettalisering gjørd í Letlandi, har skrokkarnir verða bygdir eftir tekningum hjá okkum. Stóra tvíkiljan verður tískil gjørd liðug, meðan hon liggur á sjónum í Fuglafirði, og tá skrokkurin verður málaður, verður hon tikin upp á bedingina í Fugafirðri, sigur hann.

Orsøkin til, at KJ nú byggir størstu tvíkilju í søgu felagssins nakrantíð, sigur Ólavur Asafsson Olsen er, at tað er menning í alivinnuni alla tíðina. - Nýbygningur nummar 54 kemur at hava ein 65 TM (tons/metur) krana, og hetta verður samstundis størsti krani, sum vit seta í eina tvíkilju til alivinnuna.

Stjórin vísir á, at skalt tú hava ein so stóran krana í einum alibáti, noyðist tú eisini at hava ein størri bát. - Tað skulu stórir kranar og stórir bátar til at lyfta stóran reiðskap og tungar vektir, sigur Ólavur Asafsson Olsen.

Tað er væl størri arbeiði av einum so stórum alibáti sum hesum, ið KJ nú byggir, og umframt at kranin er størri, verða eisini høvuðsmotorarnir størri enn í øðrum tvíkiljum.

- Hesin alibáturin verður hægri á sjónum enn aðrir bátar av Hydrocat-slagnum, og tí hevur hesin eisini trappur niður av dekkinum, soleiðis at tað verður gott at ganga úr bátinum og út á aliringarnar.

Nýggi alibáturin verður eisini partvís innrættaður í stýrisborðskjøli við einum arbeiðsrúmi. Harumframt er stýrhús, lítil messa við eitt nú kuldaskápi og borði og annars vanliga apteringin, sum ein slíkur alibátur hevur.

Stjórin í KJ vísir á, at alingin kemur longur og longur út á firðir og sund, og samstundis gerast bæði aliringar, nótir og akker størri og tyngri.

- Um menningin í alivinnuni heldur fram sum higartil, og alt fer at ganga, soleiðis sum vit ynskja og vóna, at tað fer, er eisini hugsandi, at vit koma at byggja fleiri størri alibátar, sum tíðin gongur, sigur Ólavur Asafsson Olsen.

Í Sosialinum fríggjadagin var vinnutema um føroyska framleiðslu, og her er ein størri og neyvari gjøgnumgongd av alibátunum, sum KJ hevur bygt til føroysku - og útlendsku - alivinnuna.

Hetta er Lambanes, sum er 15,5 metrar long. Nýggjasta tvívkiljan, sum verður latin í januar, er 18 metrar long.