Byggja nýggjan dagstovn - verður liðugur um tvey ár

Pláss verður fyri 90 børnum, men arbeitt verður eisini við øðrum ætlanum

Tað verður pláss fyri 90 børnum í nýggja dagstovninum, sigur Beinta Klakstein

Tað verður pláss fyri 90 børnum í nýggja dagstovninum, sigur Beinta Klakstein

Næsta ár fer Klaksvíkar Býráð undir arbeiðið at byggja nýggjan barnaansingar- stovn. Tað er úrslitið, nú býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Í hesum sambandi eru fimm milliónir settar av til nýggjan dagstovn Oman Valrætt í Klaksvík.

Beinta Klakstein forkvinna í trivnaðarnevndini fyri børn og ung, sigur í eini fráboðan, at tað hevur ligið í kortunum í eina tíð at byggja nýggjan dagstovn í Klaksvík, og hesi seinastu árini hava tey arbeitt við fyrireikingunum

Og nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er samtykt, er samstundis greitt, at farast kann undir sjálva byggingini næsta ár, soleiðis, at hann verður liðugur í 2021, tá ið restin verður játtað.

Beinta Klaksvein sigur, at tað er stórur tørvur á einum nýggjum dagstovni.

Ætlanin hevur verið at fara undir byggingina fyri tveimum árum síðani, men barnatalið er vaksið so nógv, at tey hava verið noydd at finna skjótar loysnir fyri at loysa bráðneyðuga. tørvin.

Í tí sambandi eru Fjallafípan og Dr. Margrethu Barnagarður bygdir út, og nýggjur dagstovnur er í Brekkuskákinum, og sostatt er pláss fyri 50 børnum afturat í barnaansingini.

Í nýggja dagstovninum, sum verður bæði barnagarður og vøggustova, verður pláss fyri umleið 90 børnum, men Beinta Klakstein sigur, at fyrr enn hann er boðin út, og tilboðini eru komin inn, ber ikki til at siga, hvat hann kostar.

Hon sigur, at býráðið arbeiðir eisini við ætlanini um at gera ein barnagarð í nýggju útstykkingini, sum arbeitt verður við á Fossum, men tað er ikki endaliga greitt, nær tað verður.

Her kanst tú lesa meiri um ætlaðu útstykkingina á Fossum: Fara at gera nýggjan býling í Klaksvík

Tað verður pláss fyri 90 børnum í nýggja dagstovninum, sigur Beinta Klakstein