Byggja nýtt sambýli í Reynstúni

Nýggja sambýlið verður bygt í Reynstúni, og pláss verður fyri 18 búfólkum.

Bráðfeingis tørvurin á nýggjum vardum bústøðum og bústovnum er stórur. Sambært Almannaverkinum er tørvurin størstur í høvuðsstaðnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

– Almannamálaráðið setti seg í samband við kommununa, tí nú skuldi nýtt heim byggjast til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum skuldi fylgja bústaðarpolitikki landsins um, at vit skulu liva lið um lið - sama hvør aldurin ella tørvurin hjá borgarunum er.

Nýggja sambýlið verður bygt í Reynstúni. Heimið verður staðsett, har vegurin endar, og her fær byggingin sítt egna heimliga og trygga nærumhvørvi.

Út- og innkoyring verður frá Glyvursvegnum, og lokað verður fyri endan á vegnum í Reynstúni

Á býráðsfundi hóskvøldið varð samtykt at selja Almannamálaráðnum økið í Reynstúni til sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.

Pláss verður fyri 18 búfólkum.