Byggja skúrar í Vestmanna

Ætlanin er eisini at gera eitt fiskasølutorg á staðnum

Mynd: Vestmanna Kommuna

Mynd: Vestmanna Kommuna

Um alt gongur, sum tað skal, so standa 10 skúrar klárir við bátahylin í Vestmanna í mai. Arbeiðið fór í gongd síðst í fjør, og verkætlanin er eitt úrslit av, at kommunan javnan hevur fingið fyrispurningar frá áhugaðum um møguleikan fyri at byggja skúrar við bátahylin.

– Fyri at tey áhugaðu ikki hvør í sínum lagi skuldu fara undir at byggja skúrar í ymsum sniðum, varð støða tikin til, at kommunan skuldi samskipa arbeiðið. Avgjørt varð, at tann eini skúrurin – tann innasti – skuldi gerast til alment vesi, skrivar Vestmanna kommuna.

3. juni 2020 boðaði kommunan frá ætlanini á heimasíðuni og á facebooksíðuni og lýsti eftir áhugaðum. 22 umsóknir komu inn, men tá samanum kom, vóru 9 umsóknir ítøkiligar, tvs. at 10 skúrar skuldu gerast, tá vesi-skúrururin verður taldur við.

Lutakast var um, hvør skuldi hava hvønn skúr, og avtala varð gjørd við arbeiðstakarar um at gera skúrarnar. Arbeiðið byrjaði undan ársskiftinum og verður ætlandi liðugt í mai mánað.

Aftrat bátaskúrunum er eisini ætlanin at gera fiskasølutorg á staðnum, sigur kommunan.

Mynd: Vestmanna Kommuna