Bygningurin hjá Heilbrigdinum skal vera meira nútíðarhóskandi

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Sjúrður Knudsen og Kaj Leo Holm Johannesen

Sjúrður Knudsen og Kaj Leo Holm Johannesen

Í gjár vitjaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, viðgerðarstovnin Heilbrigdi á Velbastað.

Starvsfólk og leiðarin á viðgerðarstovninum Heilbrigdi, Sjúrður Knudsen, kunnaðu landsstýrismannin um sjálvan bygningin og teir fysisku karmarnar. Greitt varð frá, hvørjar viðgerðir og tænastur Heilbrigdi kann bjóða borgarum, og hvussu hetta fer fram frá tí, at borgarin er innskrivaður, til hann aftur kann útskrivast. Eisini varð greitt frá, hvussu borgarin aftan á viðgerðina framhaldandi verður fylgdur við eftirviðgerð, og um ta familjuviðgerð, ið avvarðandi kunnu fáa.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann gleðist um, at okkara borgarar við rúsdrekkatrupulleikum o.ø. og familjur teirra hava góðar umstøður, tá slíkar avbjóðingar stinga seg upp. Hann frøist um, at vit eiga dugnalig starvsfólk, sum kunna lofta hesum borgarum og teirra avvarðandi, tá á stendur.

Landsstýrismaðurin heldur eisini, at bygningurin kundi verið meiri nútíðarhóskandi við fleiri einmanskømurum og enn betri plássi.

Sjúrður Knudsen og Kaj Leo Holm Johannesen