Býlingshúsið millum Gilja: Fleiri starvsfólk sagt seg úr starvi

Uppsagnirnar komu sum avleiðing av at leiðarin sjálv segði seg úr starvi 31. oktober

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

Fleiri starvsfólk í Býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík hava latið leiðaranum, Majbritt Jacobsen, uppsagnarskriv. Hetta er ein avleiðing av, at leiðarin sjálv segði seg úr starv 31. oktober, greiðir Majbritt Jacobsen frá.

- Eg havi fingið fleiri uppsagnir, men eg kann ikki siga, hvussu nógvar tær eru í tali, sigur Majbritt Jacobsen. 

- Orsøkin til uppsagnirnar er ónøgdsemi við leiðsluformin, sum kommunan leggur fyri dagin, sigur hon.

Sjálv segði Majbritt Jacobsen starvið sum leiðari í Býlingshúsinum millum Gilja frá sær 31. oktober. Uppsagnin hjá henni var avleiðing av avgerðini hjá Tórshavnar kommunu at seta eindarleiðslu á dagstovnaøkinum í Havn. 

Spurd um foreldur eiga at vera stúrin fyri at senda børn síni á stovn í Býlingshúsinum millum Gilja, sigur hon, at tað sjálvsagt gevur eitt ávíst rumbul, tá slíkt hendir.

- Eg haldi tó, at eg havi ein starvsfólkabólk, sum er øgiliga góður og sum nokk skal syrgja fyri, at børnini hava tað gott. Men starvsfólkabólkurin verður sjálvsagt pressaður nú í eitt tíðarskeið. Spurningurin er, hvussu Tórshavnar kommuna nú fer at taka hond um tann partin og lofta trýstinum, sigur hon.

Majbritt Jacobsen sigur, at í øllum førum eitt av starvsfólkunum hevur síðsta arbeiðsdag 1. desember, men hon vil ikki siga, nær hini, sum hava sagt seg úr starvi fara heim. 

- Nøkur fara, og fleiri hava valt at vera, greiðir hon frá. Tað er eitt eins stórt val eitt val at velja at vera og taka tað toyggið, sum er í einum leiðaraskifti. Vit eru tó fleiri, sum hava møtt okkara egna marki og siga, at nokk er nokk. Og tað er orsakað av eindarleiðsluni, sum kommunan nú fer at fremja, staðfestir hon.   


Les meir um rumbulið á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu í Vikuskiftis Sosialinum. Sosialurin er til keyps í sølubúðum kring landið og talgildur her  

Mynd: Torshavn.fo