Býráðið bakkar nú fyri grannunum

Stóra mótstøðan, sum grannarnir undir Kongavarða á Argjum hava víst í sambandi við ætlaðu íbúðarbyggingina hevur nú fingið Tórshavnar býráð at broyta støðu.

Seinnapartin hevur býráðið í Havn sent út tíðindaskriv, har víst verður á, at bústaðarbygging skal verða øllum at gagni.

Annika Olsen, borgarstjóri, hevur tí vent sær til felagið Mark, sum skuldi byggja, fyri at fáa málið loyst øðrvísi enn frammanundan ætlað.

Sambært býráðnum er byggiharrin sinnaður at tillaga teirra ætlan, soleiðis at hon í størri mun tekur atlit til viðmerkingarnar frá grannunum, ella í øðrum lagi at roynt verður at finna eitt líknandi stykki at byggja á.

– Vit eru tí farin inn í eina tilgongd at kanna, um hetta ber til løgfrøðiliga, býarskipanarliga og politiskt, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

– Tað liggur mær á hjarta at loysa bústaðartrotið í kommununi, og í løtuni standa ikki færri enn 171 fólk á bíðilista til íbúðirnar undir Kongavarða. Tað skal sjálvtsagt gerast við virðing fyri borgarum, ið búgva í kommununi, og tí ynski eg, at ein skilagóð loysn verður funnin, ið gongur øllum avvarðandi pørtum á møti, sigur Annika Olsen.
Uppskotið til broytta byggisamtykt í sambandi við íbúðarbyggingina undir Kongavarða liggur enn frammi til almenna hoyring, freistin at senda kommununi viðmerkingar og broytingaruppskot er 30. august 2019.