Býráðslimir í Havn klagaðir til landsstýrið

Tað gekk hart fyri seg í Tórshavnar Býráð í gjárkvøldið

Annika Olsen borgarstjóri, standandi og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, høgrumegin halda, at hetta kann ikki ganga. Vinstrumegin er tað Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri

Annika Olsen borgarstjóri, standandi og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, høgrumegin halda, at hetta kann ikki ganga. Vinstrumegin er tað Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri

– Eg kalli hetta óreiðiligheit og at gera mismun á borgarum.

Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og varaborgarstjóri, var hvassorðað í býráðnum í Havn í gjárkvøldið.

Og Annika Olsen, borgarstjóri, at samd í henni.

Og úrslitið er, at hon gjørdi greitt at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi nú fara at klaga býráðbýráðslimirnir fyri Javnaðaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Framsókn, fyri kommunala eftirlitinum hjá landsstýrinum.

Tað eru tvey mál, sum nú hava fingið so álvarsligar avleiðingar, at tey verða løgd fyri kommunala eftirlitið.

Í báðu føri er talan um mál, har býráðslimirnir fyri Javnaðaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Framsókn, verða skuldsettir fyri at gera mismun á borgarunum.

Í øðrum føri var talan um málið um go-cart breytina á Skarðshjalla, har umsitingin í býráðnum mælti til at siga sáttmálan upo og at selja økið til vinnubygningar.

Men býráðslimirnir fyri Javnaðaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Framsókn, samtykti at halda fram við go-cartbreytini.

Býráðslimir fyri Fólkaflokkin og Tjóðveldi halda, at hetta er at gera mismun á borgarum, tí ímeðan øll mugu rinda fullan prís fyri vinnustykkini á Skarðshjalla, sleppur ein borgari at leiga eitt stykki fyri 100 krónur um árið til eina go-cart breyt.

Býráðslimirnir  fyri Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn halda, at tað er skeivt at siga, at leigan er 100 krónur um árið, tí leigarin hevur asfalterað stykkið fyri fleiri hundrað túsund krónur.

Hin klagan snýr seg um, at býráðslimirnir  fyri Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn hava samtykt, at ein borgari sum hevur fingið eitt grundstykki frá kommununi, skal sleppa at lata einum øðrum borgara grundstykki

Men tey í Fólkaflokkinum og Tjóðveldi vísa á, at borgarin, sum hevur fingið grundstykki, hevur ongantíð goldið tað, og sostatt hevur hann ikki ræðið á tí. Og tískil kann hann  heldur ikki lata øðrum tað. Tvørtur imóti eigur stykkið at fella aftur til kommununa, sum síðani kann draga lut ímillum allar umsøkjarar, sum ikki fingu grundstykki, um hvør skal fáa tað.

Vit hava meiri seinni.

Annika Olsen borgarstjóri, standandi og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, høgrumegin halda, at hetta kann ikki ganga. Vinstrumegin er tað Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri