Býráðslimur í Havn stillar upp fyri Tjóðveldi

Børn á dagstovnum skulu hava trygd fyri eitt ávíst tal av starvsfólkum

Tað er nú greitt, at Turið Horn, býráðslimur í Havn stillar til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi. Tað boðar flokkurin frá í dag.

Hon sigur, at tað hon serliga hugsar um, er dagstovnaøkið og fyrsta stigið er, at vit fáa ásett eitt minstamark fyri, hvussu nógv starvsfólk skulu vera fyri hvørt barnið á dagstovnaøkinum.

Tað skal eisini standa í lógini at leiðslan á einum dagstovni, skal ikki telja við í hesum sambandi

Sjálv hevur hon drúgvar royndir á dagstovnaøkinum. Hon er námsfrøðingur og familjuráðgevari og hevur verið dagstovnaleiðari í nógv ár.