Byrjaðir at savna mykju frá neytafjósum

Førka, nýggja biogassverkið á Skarðshjalla, byrjaði fyrst í vikuni at savna inn mykju frá neytafjósum kring landið. Tey avgassaðu tøðini vera tó ikki klár at nýta fyrr enn seint í summar

– Í fyrsta umfari ynskja vit bara at fáa so nógv tøð sum møguligt á goymslu, tí tað tekur drúgva tíð at fylla inn í skipanina. Arbeiðið á verkinum er ikki liðugt enn, og vit fara ikki at hava nøkur avgassað tøð at lata bóndunum aftur fyrr enn um umleið eitt hálvt ár, sigur Fróði Mortensen, rakstaraleiðari hjá Førka.

Hálvan mars hava bøndurnir aftur loyvi at taða bøin. Førka ynskir at fáa so nógv inn av mykju nú, so teir hava nakað at arbeiða við, tá ið virksemi á Førka veruliga kemur í gongd. Tí hava teir gjørt avtalur við fleiri bøndur um at fáa mykju frá teimum. Førka hevur fingið sær ein serligan tangabil at koyra kring landið eftir og við mykjuni.

– Um ein mánað vænti eg, at arbeiði á biogassverkinum fer at koma í gongd, sigur Fróði Mortensen.

Betri enn handilstøð

Umframt mykju, fer verkið at taka móti laksaslógvi, skarni frá smoltstøðini á Strond og deyðum laksi.

Tá ið Biogassverkið hevur vunnið orku úr tøðnum til gasshita og el til SEV, fær bóndin tøðini aftur í veskuformi. So verður tað sprænt út á bøin at taða við.
Talan er um sera góð tøð, betri enn innflutt handilstøð, verður sagt.
Biogassverkið var ársins átak í fjør, og millum annað varð sagt í grundgevingini hjá dómsnevndini:

– Nýggja verkið hevur møguleika at framleiða el, sum svarar til nýtsluna hjá 1.900 húsarhaldum og harafturat hita svarandi til 400 húsarhald. Sostatt kann verkið tilsamans spara umleið 11.000 tons av CO2 útláti árliga. Samstundis framleiðir verkið umleið 40-45.000 tons av tøðum, sum bøndurnir kunnu fáa aftur.

Luktar munandi minni

Skipanin er soleiðis, at bøndurnir fáa eins stóra nøgd útaftur, sum teir lata inn á verkið.

– Tað fer ikki at lukta eins nógv og tey tøðini, sum bøndurnir spræna út á bøin í dag. Tað er tí at allar sýrur eru blivnar til biogass, og tøðini eru tynri og fara skjótari niður í moldina. Tí luktar tað munandi minni, sigur rakstrarleiðarin.

Fleiri seyðabøndur eru eisini áhugaðir at vera við í skipanini, men enn er ikki nøkur avtala gjørd um tað.