Chilensk operasangarinna vitjaði "Home and Away" í dag (FM1)

(FM1) Cinthia Gonzàlez Parada úr Chile var gestur hjá Stellu Zachariassen í sendingini "Home and Away" seinnapartin í dag

Cinthia Gonzàlez Parada úr Chile var gestur hjá Stellu Zachariassen í sendingini "Home and Away" á FM1 seinnapartin (Mynd: Petur Zachariassen)

Cinthia Gonzàlez Parada úr Chile var gestur hjá Stellu Zachariassen í sendingini "Home and Away" á FM1 seinnapartin (Mynd: Petur Zachariassen)

##med2##

Cinthia Gonzàlez Parada úr Chile er útbúgvin operasangarinna, men hevur enn ikki arbeiðsloyvi til at arbeiða innan yrki hon er útbúgvin í.

Tí arbeiðir Cinthia Gonzàlez Parada hjá Vaðhorn á Strondum. Men hon syngur við kóri í Eysturoynni, og hennara royndir koma kórinum til góðar. Dreymurin er tó at sleppa at arbeiða innan sang og tónleikaútvísing í Føroyum.

Seinnapartin var Cinthia Gonzàlez Parada gestur hjá Stellu Zachariassen í ensktmæltu sendingini "Home and Away", ið var á FM1.

Sendingin "Home and Away" eru samrøður við fólk, ið eru flutt til Føroyar, og um royndir og avbjóðingar hesi fólk hava við at flyta til lítla fjarskotna landið, Føroyar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina "Home and Away".

Komandi "Home and Away" sending á FM1 verður send komandi hósdag klokkan 14. 

Cinthia Gonzàlez Parada úr Chile var gestur hjá Stellu Zachariassen í sendingini "Home and Away" á FM1 seinnapartin (Mynd: Petur Zachariassen)

(Home and Away: Cinthia Gonzàlez Parada úr Chile)