Christchurch yvirgangsmaðurin játtar seg umsíðir sekan

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)

Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið 51 fólk í yvirgangsálopinum í Christchurch í Nýsælandi 15. mars í fjør.

Maðurin, 29 ára gamli Brenton Tarrant, hevði higartil noktað seg sekan, og eftir ætlan skuldi hann fyri rætt í juni mánaði. Hann var ákærdur fyri millum annað 51 dráp, 40 drápsroyndir eitt lógarbrót á yvirgangslóggávu.

Nýsæland liggur í løtuni stilt orsakað av koronavirus, og tí vóru heilt fáir áhoyrarar til staðar, tá Brenton Tarrant játtaði seg sekan. Dómarin hevur tó gjørt greitt, at ongar ætlanir eru um at geva Tarrant dóm, áðrenn koronakreppan er av, soleiðis at avvarandi at teimum 51 kunnu vera til staðar í rættinum, tá dómurin verður lisin.

Tarrant var ákærdur fyri at vera farin inn í al Noor moskuna í Christchurch, har hann hevði skotið frá hond. Tarrant hevði í bilinum við sær fleiri skotvápn, og hann fór tvær ferðir inn í moskuna at skjóta. Eftir skotálopið í al Noor moskuni koyrdi víðari til Linwood moskuna, har hann somuleiðis skjeyt tvey fólk, áðrenn ein annar vitjandi í moskuni fekk fatur í einari høglbyrsu hjá Tarrant og fekk rikið hann burtur. Tarrant varð seinni handtikin av løgregluni.

Undir allari atsóknini hevði Tarrant myndatól á pannuni, sum hann brúkti at stroyma álopið á Facebook.

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)