Corbyn spjaðir roynd at koyra Johnsson frá

Andstøðan og konservativ mótstøðufólk av hørðum brexit vilja koyra Boris Johnson frá og seta eina skiftisstjórn.

Andstøðan í bretska tjóðartinginum  roynir at semjast um eina ætlan, sum kann føra til, at konservativa stjórnin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, verður koyrd frá, so harða brotið við ES verður steðgað.

Men andstøðan er spjadd. Tað er tí, at leiðain hjá Labour, Jeremy Corbyn, heldur upp á at standa á odda fyri eini slíkar skiftisstjórn, sum skal forða fyri, at bretar fara úr ES uttan avtalu.

Tað skriva fleiri bretskir miðlar.

Corbyn vísir til, at tað er siður, at tað ein stjórn fellir, at leiðarin í størsta andstøðuflokkinum fær møguleikan at skripa eina stjórn.

Ein slík stjórn hevur fyri neyðini stuðul frá Liberalu Demokratunum, ES-positivum konservativum og øðrum pørtum av andstøðuni.

Allir flokkar eru samdir um, at tað hevur skund. Boris Johnson hevur kós ímóti einum hørðum brexit 31. oktober. Ein meiriluti er at hóma fyri at fáa stjørnina hjá Boris Johnson at fella.

– Corbyn er tíverri sera spjaðandi, og í royndini at steðga no-deal brexit, so er tað als ikki mítt endamál at hjálpa honum inn í Downing Street, sigur tann koservativi Dominic Grieve.

Javnaðarborgarstjórin í London, Sadiq Khan, heitti í gjár á leiðarin í Liberalu Demokratunum, Jo Swinson, um at geva seg. Hann avvísir hugskot hennara um at gera ein av teimum royndu úr annaðhvørt Konservativu ella Labour til forsætisráðharra.

– Teir Liberalu Demokratarnir halda uppá, at Corbyn ikki kann leiða eina møguliga eindarstjórn, og tað er nú størsta forðingin fyri at steðga einum no-deal, skrivar hann í einum brævi, sum blaðið Guardian endurgevur úr.

– Grundlógarserfrøðingar ávara um, at tað kanska bara er ein møguleiki eftir at forða Boris Johnson í at fremja eitt no-deal, skrivar hann víðari.

Swinson segði fyri fáum døgum síðani við BBC, at tað verður trupult at fáa fleiri konservativar og avhopparar úr Labour til at atkvøða fyrin eini stjórn undir leiðslu av sera vinstrasinnaða Corbyn.

Hon mælir til, at tað í staðin verður annaðhvørt tann koservativi Kenneth Clarke ella Harriet Harman úr Labour, sum skal leiða ein slíka stjórn. Bæði hava nógv ár á baki í tjóðartinginum.

Umframt at steðga einum hørðum brexit verður uppgávan hjá fyribilsstjórnini at skriva út val.

 

/ritzau/