Corona: Fólk keypa matvørur niðurfyri

Tað at nakrir tilburðir við corona-virus nú eru staðfestir í Noregi, hevur fingið fleiri at fara í handlarnar at keypa vørur við longum haldbari inn undir seg.

 

Sølan av einstøkum gerandisvørum í matvøruhandlum er av álvara veksandi, nú fólk í eitt nú Noregi stúra fyri, at corona-smittan kann fara at breiða seg um landið. Higartil eru fýra fólk staðfest smittað í Noregi. Tv2.no hevur vitjað í einum matvøruhandli í Stavanger, og her søgdu tey, at sølan av vørum, sum hava langt haldbari, av álvara er veksandi.

- Eg havi serliga keypt ymiskt til reinføri og gerandisvørur, sum halda sær leingi í kuldaskápinum, sigur eitt av viðskiftafólkunum í matvøruhandli í Stavanger, Marit Irene Baustad, við Tv2.no.

Sjálvt um hon sigur seg ikki vera serliga ørkymlaða av støðuni, nú corona-virus hevur rakt nøkur fólk í Noregi, heldur hon kortini, at tað sakar einki, um hon hevur corvid-19 í huganum. 

Samskiftisfólk hjá stórari norskari matvøruketu heita á viðskiftafólk um at taka tað róligt, samstundis sum tey ásanna, at handlarnir eftir ongari tíð eru farnir at selja eini 10-20 prosent meira av ymiskum gerandisvørum, enn tey áður hava gjørt.

- Tað er serliga í vørum, sum hava langt handbari, at sølan er vaksin, eitt nú er væl meira selt av rísi, turrum pasta og vatni í stórum dunkum, sigur Kine Søyland, samskiftisfólk hjá Norgesgruppen, sum rekur fleiri stórhandlar.

Tað eru eisini viðskiftafólk, sum keypa meira av mjøli, tí tey hugsa sær at baka heima sjálvi, um corona-virusið rættiliga fer at gera um seg - ella, um tey kanska verða sett í sóttverju, tí illgruni er - ella verður um - at tey møguliga eru vorðin smittað.