Nú er staðfest at seks føroyingar afturat eru smittaðir við corona. Tað er úrslitið av teimum 100 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.
Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaðu føroyingarnir hava verið í sambandi við.
Tað merkir, at níggju føroyingar í alt eru smittaðar.