Corona-virus: Soleiðis kennist sjúkan

Í onkrum føri hevur corona-virusið ført til lungnabruna, nýrabrek og økt blóðtrýst.

 

 

Í byrjanini av corona-smittuni, Covit-19, eru vanligu sjúkueyðkennini høvuðpína, turrhosti og rennandi nøs. So hvørt, sum virusið ger meira um seg í likaminum, kann hin sjúki uppliva slímhosta og eisini blóðugt slím, sum hin sjúki hostar upp úr sær.

Næsta stig í sjúkugongdini er tungur andadráttur og/ ella bringupína. Tá illa gongur, kann sjúklingurin í ringasta føri fáa lungnaviknan ella andaneyð, sum krevur førning av ilt. Hesi sjúkueyðkenni koma sum oftast rundan um fimta sjúkudag.

Í onkrum føri hevur corona-virusið ført til nýrabrek, og her eru sjúkueyðkennini leyst lív, eins og fólk kunnu gerast hovin um beinini og undir eygunum. Onnur sjúkueyðkenni eru, at blóðtrýstið økist, og hin sjúki kann kenna seg troyttan og veikan.

##med2##

Kelda: NRK.