Coronavirus dripið fleiri ein SARS

Talið av deyðum frá coronavirus er nú hægri, enn talið av deyðum frá SARS virusinum, sum gjørdi um seg í 2003.

813 fólk hava latið lív av coronavirusinum, og 780 teirra eru frá Hubei landslutinum í Kina. Bert tvey fólk hava latið lív av coronavirus uttan fyri Kina.

Til samanberingar lótu 774 fólk lív av SARS smittuni, ið gjørdi um seg í 2003.

Hildið verður, at um 34.800 fólk eru smittað av coronavirus kring heim, men nógv tann størsti parturin er í Kina.

Kinesiski býurin Wuhan, sum hevur verið miðdepil fyri smittuni, er framvegis so at siga stongdur allur sum hann er, men sambært WHO, sum er heilsustovnurin hjá ST, er talið á deyðum í Wuhan um at gerast støðugt. WHO ger tó greitt, at tað er ov tíðliga at siga, um bilbukt er fingið við coronavirusið, tí tað hendir ofta, at slíkar smittur slaka av bert fyri at fara í umferð aftur.