Cotton Eye Joe til Føroyar

Leygarkvøldið 12. oktober verður skipað fyri "aftur í 90'ini" konsert í Hoyvíkshøllini, og fyrireikararnir kunngera í dag, at Cotton Eye Joe verða millum teirra, ið fara at framføra.

 

Summi kenna kanska bólkin undir navninum Rednex, men Annika ”Mary Joe” Ljungberg, ið er kvinnan handan bólkin, tók í 2008 avgerð at broyta navnið til Cotton Eye Joe. Saman við Anniku Ljungberg er eisini Jensa "Cotton Eye Joe" Sylsjö í bólkinum.

 

- Cotton Eye Joe koma við sínum festligu hittum at seta lív í høllina. Við løgum sum “Wish You Were Here”, “Old Pop In An Oak” og ikki minst “Cotton Eye Joe” fara tey at senda okkum aftur í dansistøðini í 90unum, tá tey sameindu dansitónleik við kitsj country tónleik. Svenski bólkurin gav út fløguna Sex and Violins í 1995, og útgávan feyk beint inn í hittlistarnar kring heimin. Brádliga sóust fólk dansa line dance í diskotekunum. siga fyrireikararnir og spyrja, um vit fara at uppliva tað sama í Føroyum.

 

Ikki er greitt enn, hvussu nógv onnur nøvn eru á skrá til tiltakið Vit elska 90'ini, men Rúni Djurhuus, fyriskipari, sigur, at fleiri nøvn verða løgd aftrat skránni so við og við.