Countrysangari hevur konsert í Kunoy

Magni Christiansen hevur konsert í kirkjuni í Kunoy í kvøld

Kendi countrysangarin Magni Christiansen fer í kvøld at hava konsert í Kunoyar Kirkju.

Magni fer at syngja nakrar nýggjar sangir og eisini nakrar av sínum kendu sangum.

Hanus á Gørðum, prestur, fer at hava andakt.

Konsertin í Kunoyar kirkju verður í kvøld kl. 19:30.