Cristiano Ronaldo er smittaður við koronuvirus

Juventusstjørnan Cristiano Ronaldo er smittaður við koronuvirus og er ikki við, tá Portugal í morgin møtir Svøríki.

 

 

Cristiano Ronaldo er smittaður við koronuvirus og er nú í sóttarhaldi. - Foto: Alberto Lingria/Reuters

Cristiano Ronaldo er smittaður við koronuvirus og er nú í sóttarhaldi. - Foto: Alberto Lingria/Reuters

Portugisiska fótbóltsstjørnan Cristiano Ronaldo er staðfestur positivur við koronuvirus.

Hesum boðar portugisiska fótbóltssambandið frá í dag sambært Reuters tíðindastovuni.

Harvið er greitt, at Ronaldo ikki er við til dystin hjá Portugal ímóti Svørík í Nations League í morgin.

Fótbóltssambandið sigur, at Cristiano Ronaldo »hevur tað gott og hevur ikki sjúkueyðkenni«.

Hann er nú í sóttarhaldi.

35 ára gamli Cristiano Ronaldo spælir fyri italska stórfelagið Juventus.

Portugisiska fótbóltssambandið sigur eisini, at allir hinir spælararnir í landsliðshópinum eru kannaðir aftur, eftir at Ronaldo varð staðfestur positivur.

Úrslitini hjá øllum hinum leikarunum vóru negativ, og tí hevur Ferando Santos, landsliðsvenjari, allar hinar menninar til taks til dystin ímóti Svøríki.

Ronaldo er ikki tann fyrsti, sum er smittaður í portugisiska landsliðshópinum.

Verjuspælarin José Fonte og málmaðurin Anthony Lopes hava báðir verið av landsliðnum við koronusmittu.

Dysturin millum Portugal og Svøríki verður spældur í annaðkvøld í Portugal.

/ritzau/

Cristiano Ronaldo er smittaður við koronuvirus og er nú í sóttarhaldi. - Foto: Alberto Lingria/Reuters